Sethúsketlar

L28  " mest orkusparandi føroyski ketilin "

L28 er sera orkusparandi ketil til sethús, og er framleiddur eftir nýggjastu krøvum um orkusparing.

Ketilin er væl bjálvaður, er friðaligur, og hevur ein góðan hitavekslara ( L28VV).

Ketilin er CE góðkendur av DTI, og er ein " 3 treks ketil" . Eyðkenni fyri hesa typuna av ketlum er, at tað er ein sera rein forbrenning og tí verður umhvørvið raðfest høgt!

 

Vert er at leggja til merkis, at roykurin ofta er sera kaldur, heilt niðrið á 90 til 120 stig.

Um tú hevur ein gamlan víðan skorstein, kann verða neyðugt at seta ein " trekkstabilisator " í skorsteinin, ella ein roykhætt oman á.

Føroysk framleiðsla!

Ketlar, føroysk framleiðsla!

Síðan 1988 hava vit framleitt ketlar til føroyska húsarhaldi.

Meira enn 3000 ketlar eru seldir og uppsettir í Føroyum, og nakrir eru eisini seldir av landinum.

Ketlarnir hava verið í stórari menning alla tíðina, og seinastu árini eru krøvini til orkusparing og útlát vorðin størri og størri.

Okkara ketlar hava nú eina gagnorku ið liggur um 95%