Upphiting

HGV hevur veitt føroyskar ketlar, ventilatión og hvs til føroyingar síðan 1985.

Upphiting

Eldri hús, ið ikki eru bygd eftir bygningsreglugerðini, eru vanliga ikki bjálvað serliga væl, og hava ikki dampsperru. Tá er orkutørvurin ein heilt annar enn í nýggjum vælbjálvaðum húsum, og tað er ofta sera stórur munur millum summar og vetur.

Um jarðhitapumpa ella luft til vatn hitapumpa skal nýtast, er neyðugt at vaksa um hitaflatuna á hitaskipanini.

Orsøkin er, at hitapumpan gevur lægri hita frá sær, har ein ketil við oljufýring kann stillast at geva heilt upp til 60 ella 70 stig.

Hitaflatan kann økjast antin við at seta størri radiatorar upp, ella við at leggja gólvhita. Er verandi orkukelda ein eldri ketil, kann rætta loysnin verða at seta ein nýggjan nútímans lágorkuketil upp. Her kann man spara heilt upp í 2/3.

Ofta síggjast samberingar, har ein eldri ketil við einari gagnorku á 50-60% er skiftur út til eina hitapumpu. Sjálvandi sparir man her.

Samanbera vit ein nýggjari ketil við einari gagnorku á 95%, er ikki lætt at spara nakað her. Samanumtikið skal sigast, at skrúðar tú niður fyri hitanum í húsininum, og kanska setur eina hitastýring á, kanst tú spara munandi.