Um HGV

HGV hevur veitt føroyskar ketlar, ventilatión og hvs til føroyingar síðan 1985.

Hógv / HGV hevur drúgvar royndir innan HVS

Vit hava gjørt hita, vatn, sanitet, og ventilatión í sethús og størri bygningar síðan 1985.

Vit framleiða og seta ketlar upp til bygningar og bátar/skip og hava framleitt meira enn 4000 ketlar.

Vit hava útflutt ketlar til bátar í Íslandi, Grønlandi, Norra, Finlandi og Danmark og eru góðkendir veitarar av hitapumpum og jarðhita.

Vit hava útbúgvning innan HVS og hava javnan verið á skeiðum innan tað nýggjasta innan fakið.


Jákup Olsen

Stjóri

470 400

jakup@hgv.fo