B18 - Bátaketil

 Aftur til yvirlit
B18 ketilin frá HGV er góður at hava við sær til sjós. Fiskibátar, alibátar, ferðafólkabátar, vaktarskip og aðrir hava sera góðar royndir við hesum.
B18 ketilin er kraftmikil hóast hann ikki fyllir nógv. Ketilin kann hita radiatorar og heit gólv umborð, men kann eisini bindast saman við kølivatnið á motorinum, við at seta ein hitavekslara ímillum.

Oljufýring og pumpa eru við ketlinum. Íroknað oljufýring eru mátini LxBxH 850x430x530 mm.